Oyggjaleikasetanin er ein serstøk hátíðarløta á øllum oyggjaleikum, og fleiri fastir siðir er knýttir at setanini. Ein teirra er løtan, tá ið øll ítróttafólkini ganga skrúðgongu inn til setanina við hvør sínum flaggbera á odda.
Hetta skrivar isf.fo.
Føroyski flaggberin er Róland Toftum. Róland Toftum er 27 ára gamal og hevur svomið, síðani hann var barn. Hann hevur kappast á fleiri oyggjaleikum og øðrum altjóða kappingum umboðandi Føroyar. Róland vann gull á bæði 100 og 50 metrum bringu í Gibraltar í 2019 og eigur umframt hesi fleiri onnur heiðursmerki í bæði einstaklinga og liðsvimjing.
Róland hevur treiskast og svomið í mótvindi øll árini, tí samstundis sum hann hevur verið ein av okkara fremstu svimjarum, hevur hann stríðst við astmu og herviliga giktsjúku. Seinastu tvey árini hevur Róland Toftum verið venjari í barndómsfelagi sínum Susvim.
– Tað er ein øgiliga stórur heiður at fáa hetta álitið. Og eg eri sera spentur til bæði setanina og leikirnar, sigur føroyski svimjarin, venjarin og flaggberin Róland Toftum
Oyggjaleikir í Orknoyggjum byrja leygardagin 12. juli við setanini og enda fríggjakvøldið 18. juli 2025.