Mistonkti fyri fyri knívsstungu í Finnlandi er 23 ára gamal

Tann, sum er undir illgruna fyri at vera gerningsmaðurin, sum hósdagin stakk fýra fólk í eini handilsmiðstøði í Finnlandi, er ein 23 ára gamal finskur maður.

Finska løgreglan framman fyri handilsmiðstøðina í býnum Tampere, har eitt kníválop fór fram hósdagin. - Mynd: Saara Peltola/Ritzau Scanpix

Tað boðaði finska løgreglan frá á tíðindafundi í dag, skrivar Yle.

Maðurin hevur játtað fyri løgregluni, at hann stóð aftanfyri knívstunguna.

Ofrini eru tríggjar kvinnur í aldrinum 34, 40 og 52 ár, umframt ein 35 ára gamal maður.

Støðan hjá teimum verður lýst sum "álvarslig".

Tann 23 ára gamli ákærdi er longu kendur av løgregluni, tí hann áður er dømdur fyri álop og rán.

Eisini er upplýst, at einki bendir á, at hann hevði lagt álopið til rættis frammanundan, men leyp á fólk tilvildarliga.

Undir avhoyringum hjá løgregluni segði ákærdi, at álopið ikki var rasumotiverað ella við yvirgangsætlanum.

 

/Ritzau/

 

 

 

Finska løgreglan framman fyri handilsmiðstøðina í býnum Tampere, har eitt kníválop fór fram hósdagin. - Mynd: Saara Peltola/Ritzau Scanpix