Rubio vil síggja úrslit í Ukraina - annars er USA úti

USA vil framvegis fáa frið í Ukraina, men um tað miseydnast, fer landið at leggja dent á onnur viðurskifti.

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, sæst her í gjár undir umrøðunum við Ukraina í París. - Mynd: Julien De Rosa/Ritzau Scanpix

Innan fáar dagar skal vera greitt, um kríggið í Ukraina kann enda.

 

Um hetta ikki verður so, fer USA at sleppa royndunum at fáa friðaravtalu í lag.

 

Tað segði amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, í dagí París, sambært tíðindastovuni Reuters.

 

Í París hevur Rubio luttikið á fundum millum høgt standandi umboð fyri USA, Ukraina og stór evropeisk lond.

 

Hann sigur, at amerikanski forsetin, Donald Trump, framvegis er áhugaður í at fáa eina avtalu í lag, sum kann fáa frið í Ukraina.

 

Men amerikanski forsetin hevur nógvar aðrar raðfestingar kring heimin og fer at leggja dent á onnur viðurskifti, um eingi tekin eru um framgongd, sigur Rubio.

 

- Vit mugu nú um nakrar fáar dagar finna útav, um hetta kann gerast uppá stutt sikt, tí um tað ikki verður, so haldi eg bara, at vit mugu fara víðari, segði Rubio við tíðindafólk á flogvøllinum Le Bourget á veg út úr París, sambært tíðindastovuni AFP.

 

Samstundis við fráboðanunum frá Rubio eru USA og Ukraina komin ásamt um ein felags tekst, sum er eitt fyrsta stig móti eini avtalu um menning av ráevnisvinnuni í Ukraina.

 

Tað skrivar Reuters.

 

Ein slík avtala skuldi upprunaliga undirskrivast í februar, men ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky, og Trump endaðu í Hvítu Húsunum í kjaftasliti framman fyri opnum skíggja, og eingin avtala varð undirskrivað.

 

Ætlanin er nú at gera tøkniligar samrøður um slíka avtalu 26. apríl, stendur í einum ætlanarskrivi hjá Ukraina.

 

Trump tók við forsetaembætinum við stórum ambitiónum og útsøgnum um skjótt at fáa frið í Ukraina, men higartil hava úrslitini av amerikanskum diplomatisku átøkum verið avmarkað.

 

Millum annað er fingin ein avmarkað vápnahvíld um orkuinfrakervið. Men Ukraina og Russland hava fleiri ferðir ákært hvørt annað fyri at bróta vápnahvíldina.

 

Ritzau/Reuters

 

 

 

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, sæst her í gjár undir umrøðunum við Ukraina í París. - Mynd: Julien De Rosa/Ritzau Scanpix