Ein sandkassi fyltur við blómum og bamsum í einum íbúðarøki, sum varð rakt í russiskum rakettálopi í gjár. Tilsamans 18 fólk lótu lív, harav níggju vóru børn. Fleiri enn 60 fólk vórðu særd

Russar drupu níggju børn í heimbýnum hjá Zelenskyj

- Við hesum broti á altjóða mannarættindi vísti hesin lúnski fíggindin, sum Russland er, at landið ikki á nakran hátt ynskir frið, siga ukrainsku myndugleikarnir

 

Ein sandkassi fyltur við blómum og bamsum í einum íbúðarøki, sum varð rakt í russiskum rakettálopi í gjár. Tilsamans 18 fólk lótu lív, harav níggju vóru børn. Fleiri enn 60 fólk vórðu særd

Russiska álopið rakti býin, Kryvyj Rih, í gjár, og bjargingararbeiðið varð ikki liðugt fyrr enn út á náttina. Kryvyj Rih er heimbýurin hjá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj. 

 

Ukrainski herurin heldur, at russar brúktu tyssibumbur í álopinum á íbúðarøkið í býnum.

 

Leiðarin fyri hernaðarumsitingina í Kryvyj Rih, Oleksandr Vilkul, sigur sambært Verdens Gang, at býurin er lýstur at verða í sorg frá mánadegi til mikudag komandi.

 

- Álop á íbúðarøki, spælipláss, børn, familjur og eldri. Hetta er einki minni enn hópmorð, sigur hann.

 

Tilsamans 18 fólk lótu lív í álopinum, harav níggju børn. Fleiri enn 60 vórðu særd, og í dag lógu 40 fólk, sum yvirlivdu álopið, framvegis á sjúkrahúsi, veit tíðindastovan AP at siga.

 

- Støðan hjá tveimum av særdu børnunum, sum annars eru 12 í tali, er álvarslig og av teimum tilsamans 40, sum liggja í sjúkrahúsi, eru 17 álvarsliga løstað.

 

Guvernørurin í Dnipropetrovsk-regiónini, Serhij Lysak, sigur, at hetta er ein pína, sum tú ikki ynskir tínum ringasta fígginda.

 

##med2##

 

Ukrainska verjan leggur eisini Russland undir at spjaða lygnir, tá russar hava sagt, at álopið á býin, Kryvyj Rih, var vent ímóti einum bólki av herfólki.

 

Rakettin rakti eitt íbúðarøki við einum spæliplássi.

 

- Við hesum broti á altjóða mannarættindi vísti hesin lúnski fíggindin, at landið ikki á nakran hátt ynskir frið, men ætlar at halda fram við sínari hertøku og kríggi fyri at oyðileggja Ukraina og allar ukrainar, siga ukrainsku myndugleikarnir á Telegram.

 

Verdens Gang veit at siga, at russiska álopið á Kryvyj Rih í gjár er eitt av teimum blóðugastu í fleiri vikur.

 

##med3##

 

 

 

Ein sandkassi fyltur við blómum og bamsum í einum íbúðarøki, sum varð rakt í russiskum rakettálopi í gjár. Tilsamans 18 fólk lótu lív, harav níggju vóru børn. Fleiri enn 60 fólk vórðu særd