Russiskur ráðharri skeyt seg sjálvan eftir at Putin koyrdi hann úr starvi

Putin hevur fingið sær nýggjan samferðsluráðharra. Uppsagdur ráðharri hevur beint fyri sær, siga embætisfólk

Roman Starovoyt varð mánadagin koyrdur úr starvi sum samferðslumálaráðharri í Russlandi. Seinni í dag tók hann sambært russiskum myndugleikum sítt egna lív við at skjóta seg sjálvan. (Savnsmynd) - Mynd: Maxim Shemetov/Ritzau Scanpix

Russiski samferðslumálaráðharrin, sum fyrr í dag varð koyrdur úr starvi av Vladimir Putin, forseta, hevur skotið seg sjálvan.

Russiskir myndugleikar vátta seinnapartin, at uppsagdi samferðslumálaráðharrin, Roman Starovoyt, er deyður.

Hann verður hildin at hava tikið sítt egna lív, upplýsir ein statskanningarnevnd.

Roman Starovoyt varð settur sum samferðslumálaráðharri í mai í fjør.

Ein kunngerð frá skrivstovuni hjá Putin fyrr í dag segði einki um orsøkina til uppsøgnina av Starovoyt.

Kreml hevur almannakunngjørt eina mynd, har Putin tekur í hondina á avloysaranum, Andrei Nikitin.

– Í løtuni heldur forsetin, at fakligu eginleikarnir og royndirnar hjá Andrei Nikitin best kunnu vera við til at røkja hetta ráðharraráðið, sum forsetin metir hava alstóran týdning í sínum uppgávum og funktiónum, segði talsmaðurin hjá Putin, Dmitry Peskov.

Nú kríggið í Ukraina gongur á fjórða árið, hevur samferðsluøkið í Russlandi møtt avbjóðingum.

Statsliga russiska jarnbreytin, sum er størsti arbeiðsgevari í landinum, líður undir hægri prísum og manglandi útgerð.

Tað manglar eykalutir í flogferðsluni.

Áðrenn hann gjørdist samferðslumálaráðharri í mai 2024, var Starovoyt í fimm ár sum guvernørur í Kursk-økinum, sum hevur mark til Ukraina.

 

Ritzau/Reuters

 

Roman Starovoyt varð mánadagin koyrdur úr starvi sum samferðslumálaráðharri í Russlandi. Seinni í dag tók hann sambært russiskum myndugleikum sítt egna lív við at skjóta seg sjálvan. (Savnsmynd) - Mynd: Maxim Shemetov/Ritzau Scanpix