Russland setir krøv til friðarsamráðingar

Reuters veit í morgun at siga, at Russland nú hevur latið USA ein lista yvir krøv til friðarsamráðingar

Hetta siga tvær ónevndar keldur, sum hava kunnleika til málið, við tíðindastovuna.

 

Reuters veit at siga, at talan er um "generell" krøv, sum Russland áður hevur sett.

 

Millum krøvini er eitt nú, at Ukraina ikki verður limur í verjusamgonguni, Nato.

 

Haraftrat vil Russland hava, at Krim-hálvoyggin og landslutir í Ukraina vera verandi russiskir.

 

Tað var í 2014, at Russland tók Krim frá Ukraina, og tað var í februar 2022, at Russland leyp á grannalandið.