Á toppfundinum í Haag hesa vikuna fara NATO-londini at samtykkja at brúka fimm prosent av bruttotjóðarúrtøkuni (BTÚ) til verju.
Tað sigur Mark Rutte, aðalskrivari í Nato.
- NATO-londini fara at taka djarvar avgerðir um at økja íløgurnar í verjuna, eitt nú eitt mál um at brúka fimm prosent av BTÚ til verjuna, sigur Mark Rutte.
Fráboðanin kemur á tíðindafundi í dag undan NATO-toppfundinum í Haag, sum byrjar í morgin.
/Ritzau/