Týskt hevur ikki havt eitt linjuhold á Námsvísindadeildini (Læraraskúlanum) í 16 ár. Hetta, hóast týskt hevur verið boðið út hvørt ár.
Í trý ár á rað, er undirritaða biðin um at koma út á Frælsið til lærugreinadag at kunna um fakið týskt. Orsøkin til at ein vanligur fólkaskúlalærari varð biðin til hetta, var tí at eingin týsktlærari hevur verið á Námsvísindadeildini, síðan André Niclasen doyði í 2012.
Hvørt ár hevur umberingin fyri, at týskt ikki gjørdist eitt linjufak, verið, at ov fá hava valt tað á linju. Síðsta ár vantaði bert ein lesandi til, at tað gjørdist eitt fak. Og í ár fingu tey lesandi, sum í 3 ár hava valt fakið, at vita, at um so bert 10 valdu tað, so fór tað kortini at gerast eitt fak, tí nú var hetta so átrokandi.
Í ár valdu 19 lesandi linjugreinina týskt, so øll vóru sannførd um at fáa fakið. Brádliga fingu øll 19 ein teldupost frá leiðsluni, ið segði, at tey høvdu fingið eitt annað fak, og ikki eitt orð stóð um týskt. Hetta var sera løgið, tí t.d. verður alis- og evnafrøði aftur linjugrein í ár, hóast bert 8 lesandi hava valt hesa linjugreinina.
Tvey læraralesandi, sum hava stríðst fyri at fáa týskt í 3 ár (og hetta er teirra síðsti møguleiki), hava fyrst samskift við leiðsluna skrivliga, har tey ikki fingu serliga virðiliga men heldur kaldliga móttøku; síðani sloppu tey á ein stuttan fund við dekanin, ið greiddi frá, at skúlin ikki hevði ráð at hava týskt kortini men dekkaði “máltørvin” við donskum og føroyskum sum linjugreinum í staðin.
Síðani høvdu tey fund við landstýrismannin í BÚMR og aðalstjóran, ið báðir harmaðust um støðuna og ikki skiltu, at Setrið ikki hevði pening til týskt, men søgdu seg samstundis ikki vera førar fyri at blanda seg uppí, hvat Námsvísindadeildin gjørdi. Sum eisini er margháttligt.
Nú eru tey lesandi sera troytt av at stríðast, og kenna seg als ikki hoyrd. Vit í týsktlærarafelagnum hava roynt at hjálpt, men vit hava eisini verið rættiliga hjálparleys. Hendan støðan er bæði órættvís og óvirðilig.
Mín niðurstøða er tí, at tað ber ikki til at bakka út og nokta teimum lesandi at ganga teirra vali á møti, eftir at lærugreinin fyrst hevur verið boðin út.
Eg skilji, at summar linjugreinar standa teimum lesandi ikki í boði hvørt ár men t.d. annaðhvørt ár. Tað er greitt og væl skilligt. Viðvíkjandi týskum hevur henda regla eftir øllum at døma ikki verið galdandi. Harafturat skilji eg, at einki hold hevur verið í 16 ár, eisini hóast lesandi hava søkt og áður hava verið um reppið at mannað fult hold. Tað er ein sterkur trumfur hjá teimum lesandi at hava nú.
Felagið týsktlærarar í Føroyum er nú yvir 50 limir, harav meginparturin eru fólkaskúlalærarar, meðan aðrir eru á miðnámi og aðrastaðni. Sostatt eru vit nógvir lærarar, sum brenna fyri týskum og føroyskum og ynskja, at týskt, sum einasta málið, ið hevur líka mállæru sum føroyska málið verður lív lagað í føroysku skúlaskipanini. Føroyskt er eitt germanskt mál, og vit málslingar orka illa at stríðast móti fólki í skipanini, sum antin eru støddfrøðingar og øðrum, sum ikki hava føroyskt og týskt nær at hjartanum.
Vit, sum brenna fyri føroyskum og týskum finna okkum ikki í, at germanska málgreinin verður sagað av. Tá verða Føroyar og okkara málsliga tilvit fátækari.
Astrið Breckmann