Sólja Sigmundardóttir gongur á Klædnaatstøðisbreytini og Jóhanna Súnadóttir Pedersen á Hugbreytini

Samanhald og vinaskari eyðkenna Glasir

Á Glasi ganga umleið 1500 fólk. Á hvørjum ári byrja 500 nýggir næmingar og lærlingar. Tveir núverandi næmingar á Glasi nevna gott samanhald og øktan vinaskara sum sereyðkenni fyri teirra tíð á Glasi

Sólja Sigmundardóttir gongur á Klædnaatstøðisbreytini og Jóhanna Súnadóttir Pedersen á Hugbreytini

Sólja Sigmundardóttir av Argjum og Jóhanna Súnadóttir Pedersen úr Hoyvík hava báðar gingið á Glasi í hálvtannað ár.

 

Millum tær mongur breytirnar og leiðirnar á Glasi, so valdi Sólja Klædnaatstøði og Jóhanna Hugbreytina.

 

Upprunaliga ætlaði Sólja sær til Danmarkar at læra innan klædnasnið, men tá møguleiki var at læra hetta á Glasi, valdi hon at vera verðandi í Føroyum. Í summar gongur leiðin til Spania, har hon fer at lesa víðari á Marbella Design Academy.

 

Fyri Jóhonnu var Glasir eitt náttúrligt val, tí tað er miðnámsskúlin í Suðurstreymoy. Hon valdi Hugbreytina, tí henni dámar væl mál og samfelagsfrøði. Hon hevur enn ikki gjørt av, hvat hon vil eftir miðnám.

 

 

 

Sosialt og fakligt samanhald

 

Tær eru á einum máli um, at Glasir hevur givið teimum ein breiðari vinaskara, og at samanhaldið á skúlanum er gott.

 

"Eg havi fingið nógvar góðar vinir á skúlanum, eri komin í ein sera góðan flokk við góðum samanhaldi," sigur Jóhanna.

 

Sólja nevnir eisini fakliga samanhaldið, sum nakað serligt við at ganga á Glasi.

 

"Eg havi fingið ein stóran og ørðvísi vinaskara við sama fakliga áhuga sum eg. Tað haldi eg er spennandi og áhugavert," sigur Sólja.

 

 

 

Dissiplin

 

Skiftið frá fólkaskúla til miðnám ella yrkisnám er eitt lop, sum merkist, halda tær. Her nevna tær báðar dissiplin, sum nakað, ið tær hava tilognað sær á Glasi, og sum er neyðugt.

 

"Tað eri eg, sum havi valt at ganga her, og tí er tað mín ábyrgd at fáa so væl burtur úr, sum til ber," sigur Sólja.

 

Spurdar um, hvat tær minnast serliga væl frá tíðini á Glasi higartil, so nevna tær bæði sosial tiltøk og fakligar avbjóðingar.

 

"Flokksballini og árligi fótbóltsdysturin ímóti Miðnám á Kambsdali eru sjálvandi minningarrík, men eisini møguleikin fyri at gera sosialt hjálpararbeiði sum t.d. Boliviadagurin, ið júst hevur verið," sigur Jóhanna. Tær hava báðar sitið í Bolivianevndini, sum skipar fyri einum degi, har savnað verða pengar inn til ein miðnámsskúla í Bolivia. Jóhanna og Sólja sita eisini í næmingaráðnum.

 

"Okkara verkætlanir á Klædnaatstøði er eisini nakað, ið hevur sett seg í minnið hjá mær. Tað er ein frægd, tá ein sær úrslitið av tí stóra og harða arbeiðnum, ein leggur í tað," sigur Sólja.

 

Var tað nakað, sum báðar halda kundi verið enn betur, so var tað tættari samband og samstarv millum miðnám og yrkisnám. Hetta hevði givið enn størri felagsskap á Glasi, halda tær.

 

Hvørgan teirra himprast tó at mæla onnur at søkja inn á Glasir. "100%" er stutta og einfalda svarið frá teimum.

 

 

 

Nógvar breytir og leiðir

 

Sólja og Jóhanna hava ávikavíst valt Klædnaatstøði og Hugbreyt á Glasi. Glasir hevur eina røð av breytum og leiðum innan miðnám og yrkisnám.

 

Til ber eisini at fáa FHS støðisútbúgving innan fyrisiting, handil og skrivstovu. Á hægri nám á Glasi kanst tú taka akademiútbúgving, diplomútbúgving í leiðslu, fíggjarbúskap, framleiðslutøkni, innovatión og íverksetan, marknaðarførslubúskap, tænastubúskap, HD og byggifrøði. Eisini er ein serbreyt til ung við serligum tørvi á Glasi.

 

Glasir strembar áhaldandi eftir, at breytir og leiðir á Glasi eru viðkomandi og mennandi fyri tann einstaka og samfelagið sum heild. M.a. tí verður Tilfeingisfrøði á C-stigi nýtt valfak komandi ár. Her verður undirvíst í gagnnýtslu av livandi tilfeingi, lívfrøðiligum margfeldi og burðardygd.

 

Allar breytir og leiðir á Glasi eru lýstar á glasir.fo og í faldaranum hjá Glasi glasir.fo/faldarin.

 

Greinin stóð í Lestrarblaðnum, Sosialurin 23. februar 2024

 

 

 

Sólja Sigmundardóttir gongur á Klædnaatstøðisbreytini og Jóhanna Súnadóttir Pedersen á Hugbreytini