Seks deyð í álopi í Suðurukraina

Hóttan um álop fær herin í Ukraina og eitt orkufelag at seta í verk "fyribyrgjandi streymslit".

7. november mynd av bjargingarfólkum í Zaporizhzhya eftir enn eitt russiskt loftálop. - Mynd: Katerina Klochko/Ritzau Scanpix

Russisk loftálop hava dripið í minsta lagi seks fólk í Suðurukraina.

Tað siga myndugleikarnir í Ukraina, skrivar AFP.

Fimm fólk eru dripin í Mykolaiv, upplýsti Vitalij Kim, sum er guvernørur í økinum, á boðtænastuni Telegram tíðliga mánamorgunin.

- Fimm deyð, sigur guvernørurin í stuttum.

Umleið 300 kilometrar longri eystur í býnum Zaporizhzhya hevur ein sætti persónur latið lív. Tað boðar neyðtilbúgvingin í økinum frá.

Í sama álopinum hava 18 eisini fingið skaða, stendur at lesa - teirra millum fimm børn.

- Dreingir í aldrinum 4, 16 og 17 ár og gentur í aldrinum 15 og 17 ár hava fingið neyðuga medisinska viðgerð, sigur guvernørurin í Zaporizhja Іvan Fedorov á Telegram.

Her hava fleiri bygningar eisini fingið skaða orsakað av loftálopinum.

Eftir fráboðanir um deyðiligu loftálopini hoyrast eisini spreingingar í høvuðsstaðnum Kiev í morgun. Tað siga eygnavitni við tíðindastovuna Reuters.

Herurin í landinum og Dtek, størsta privata orkufelagið í Ukraina, siga samstundis, at tey hava tikið stig til "fyribyrgjandi streymslit".

Hetta er galdandi bæði í Kiev og í økjunum Odesa, Dnepropetrovsk og Donetsk, sigur Dtek á Telegram.

Hetta kemst av vandanum fyri russiskum rakettálopum.

Eisini eru luftávaringar um alt landið virknar.

- Loftávaringin er í sambandi við, at rakettir frá bumbuflogførum av slagnum Tu-95MS verða settar upp, sigur loftverjan í landinum á Telegram, sambært Reuters.

Enn er ikki greitt, um Kiev veruliga er rakt.

Álopini í Ukraina henda eftir at Russland, sambært ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyi, sendi 145 dronur móti Ukraina sunnunáttina.

Talan er um meira enn nakað annað náttarálop higartil í stríðnum, skrivar Reuters.

Sunnumorgunin varð ferðslan á trimum flogvøllum nærindis russiska høvuðsstaðnum, Moskva, fyribils steðgað, eftir at 34 dronur á veg til høvuðsstaðin vórðu skotnar niður av russiskari loftverju.

Sambært Reuters var hetta eisini størsta dronuálopið hjá Ukraina móti Moskva higartil.

/Ritzau/

 

7. november mynd av bjargingarfólkum í Zaporizhzhya eftir enn eitt russiskt loftálop. - Mynd: Katerina Klochko/Ritzau Scanpix