Tað vísa hagtølini frá Akstovuni, sum hevur gjørt upp bilasøluna ársins fyrstu fýra mánaðir.
Tilsamans eru skrásett 648 nýggj akfør fyrstu fýra mánaðirnar í ár. Tað er ein afturgongd í mun til sama tíðarskeið í fjør, tá skrásett vórðu 687 akfør. Tað er ein munur upp á 39 akfør.
Flestu nýggju akførini eru persónbilar. Higartil í ár eru seldir 499 nýggir persónbilar. Tað er í mun til 532 sama tíðarskeið í fjør ella ein munur upp á 33 bilar.
Taka vit bara aprílmánað fyri seg, so vórðu seldir 179 persónbilar í apríl í ár í mun til 180 í apríl í fjør. Munurin er ein bilur, og kann soleiðis sigast, at afturgongdin er steðgað, um vit bara taka apríl sum dømi.