1. FM finalan í bestu mansdeildini í flogbólti - Polestardeildini - var leikt í kvøld.
Í høllini á Giljanesi eydnaðist tað SÍ, ið mátti spæla heimadystin á Giljanesi í kvøld at vinna 3-1.
Mjølnir vann greitt í tí eina settinum, meðan SÍ vann síni trý sett við minsta muni.
Settmunurin var 25-23, 13-25, 25-23 og 26-24.
2. FM finalan verður leikt í Badmintonhøllini í Klaksvík fríggjakvøldið klokkan 19.30. Vinnur SÍ tann dystin eru sørvingar føroyameistarar 2025. Vinnur Mjølnir verður triðja og avgerandi finalan í høllini á Giljanesi, væntandi í komandi viku.