Síðstu tøkini móti málinum

Tey, sum standa aftanfyri missiónshúsið Bethania í Gøtu siga, at málið er at fáa húsið liðugt í 2025

Arbeiðið at byggja nýggja missiónshúsið í Gøtu - missiónshúsið Bethania - er nú komið so mikið væl áleiðis, at nú hómast endin.

 

- Hetta gleða vit okkum ómetaliga nógv til, men enn eru síðstu tøkini eftir at taka, siga tey, sum standa aftanfyri verkætlanina.

 

Lagt verður aftrat, at 50 manndagar av arbeiði eru eftir. So, yvirskipað sæð er ikki langt eftir á mál.

 

- Størsta avbjóðingin fyri at fáa húsið liðugt er vantandi Umleið 1,2 milliónir eru á bók til hetta arbeiðið.

 

Sagt verður, at aðrar 1,37 milliónir skulu fáast til vega fyri, at húsið kann gerast heilt liðugt.

 

- Tí heita vit nú á fólk um at lata eina serstaka peningagávu eftir førimuni, og vit takka hjartaliga fyri allan stuðul.

 

Kostnaðarmetingin er, at samlaða íløgan, sum er eftir, tá stólar og borð eru íroknað, er 2,57 milliónir.

 

- Tøkur peningur er 1,2 milliónir, og tí verður írestandi 1,37 milliónir krónur.

 

Tey, sum standa aftanfyri missiónshúsið Bethania í Gøtu siga, at málið er at fáa húsið liðugt í 2025.

 

- Eftir at gera eru gólvini í øllum húsinum, loftið í salinum í erva, innhurðar, køkur og ymisk teknisk útgerð til húsið, verður lagt aftrat.

 

Meira um verkætlanina í Gøtu kann lesast her - https://bethania.fo/innsavnan-til-nyggja-missionshusid-1-februar-2025/