Silver League: Føroyar taptu 0-3 fyri Luksemborg

Føroyska kvinnulandsliðið vann einki stig í seks dystum

 

 

Mynd: FBF

Heldur ikki sætti og seinasti dysturin hjá føroyska kvinnulandsliðnum í flogbólti í Silver League gav nakað stig.

 

Í sætta og seinasta dystinum, ið var ímóti Luksemborg í Coque Sport Center høllini taptu Føroyar 0-3. 

 

Luksemborg-Føroyar 3-0 (25-20, 25-11 og 25-20)

 

Føroyar hava einki stig aftaná seks dystir. Samlaði settmunurin er 1-18. Tað var bara í dystinum móti Lettlandi, at tað eydnaðist føroyska liðnum at vinna eitt sett. 

 

Sveis endaði fremst við 18 stigum. Lettland hevur 13 stig og Eysturríki hevur 12 stig. Georgia og Ísrael hava átta stig hvør, og Norðurmakedonia og Ísland hava sjey stig hvør. Luksemborg endaði næstaftast við fimm stigum, og aftast eru Føroyar við ongum stigi. 

 

 

 

Mynd: FBF