Silver League: Føroyar taptu greitt fyri Svøríki

Frægast gekk í fyrsta settinum

Mynd: FBF

Føroyska manslandsliðið í flogbólti spældi í dag annan dystin í Silver League. 

 

Á Digranesi í Íslandi taptu Føroyar í dag 0-3 fyri Svøríki. Frægast gekk í fyrsta setti, men munurin var greiður í øllum trimum settunum.

 

Svøríki-Føroyar 3-0 (25-17, 25-15 og 25-13)

 

Ígjár vunnu Føroyar í somu høll 3-2 á Íslandi.

 

Komandi vikuskiftið spæla okkara tveir dystir á heimavølli í ítróttarhøllini á Sandi.

 

Fríggjakvøldið klokkan 19 spæla Føroyar móti Aserbadjan, og sunnudagin 22. juni klokkan 17 móti Eysturríki. 

 

Mynd: FBF