Endamálið við ferðini er at undirrita tvær heilsufrøðiligar protokollir, ið gera tað lættari hjá føroyskum útflytarum at útflyta ávísar fiskavørur. Við hesum báðum protokollum verður marknaðaratgongdin til Kina víðkað til fleiri vørusløg, enn áður. Protokollirnar fevna um ávikavist vilt veiddan fisk og fiskalýsi og -mjøl. Undirritanin verður á ráðharrastigi í morgin.
Landsstýriskvinnan fer somuleiðis at hitta varauttanríkisráðfrúina, Hua Chunying.
Ávegis til Kina hitti landsstýriskvinnan kinverska sendiharran í Keypmannahavn, har tey umrøddu sínámillum viðurskiftini millum londini við denti á heilsufrøðiligu protokollirnar, ið verða mettar at vera eitt týdningarmikið stig í at betra um handilsviðurskiftini millum londini.