Sum vit skrivaðu í áðni, væntar Bárður Nielsen, løgmaður, at nú verður tað skjótt, at myndugleikarnir í Føroyum taka eina endaliga støðu til hernaðar-radaran, sum ætlanin er at seta upp á Sornfelli. Eitt sjónarmið er, at hetta er eitt viðbrekið mál, sum hevur við trygd at gera og slík mál eiga ikki at verða viðgjørd fyri tendraðari mikrofon.
Men tað gekk ikki sum ætlað, tí teir tríggir andstøðuflokkarnir, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, hava nevniliga lagt uppskot fyri Løgtingið um radaran. Tað, andstøðuflokkarnir vilja hava Løgtingið at samtykkja, er, at Landsstýrið skal leggja uppskotið um radaran fyri Løgtingið.
Tað merkir, at Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, vilja hava Løgtingið at staðfesta, at spurningurin um at seta ein hernaðarradara upp í Føroyum, skal avgerast av við eini demokratiskari avgerð í Løgtinginum. Tað skal ikki vera eitt mál, sum landsstýrið kann taka, uttan at spyrja Løgtingið eftir.
– Eitt mál, sum hevur so stóran týdning, eigur sjálvsagt at leggjast fyri Løgtingið at taka støðu til, siga teir tríggir andstøðuflokkarnir.
Tey siga, at talan er ikki um at viðgera upplýsingar, sum eru í trúnaði. Ætlanin er heldur ikki at viðgera málið í smálutum. Men hinvegin eigur Løgtingið at fáa høvið til at taka støðu til tann grundleggjandi spurningin um vit skulu hava ein hernaðar-radara á føroyskari jørð, ella ikki.
Sostatt snýr hetta uppskotið seg einans um, at Løgtingið skal fáa málið til viðgerar. Og tekur Løgtngið undir við tí, kann landsstýrið so taka avgerðina, grundað á eina heimild frá Løgtinginum.
Men uttan iva fáa vit kortini eina heilt greiða ábending um, hvørja støðu, løgtingslimir hava til málið. Og tað fáa vit longu at vita mikudagin, tí tá kemur uppskotið til viðgerar í Løgtinginum.