Skammlopið í fólkatinginum

Føroyingar og danir hava togast um valdsbýtið okkara millum í fleiri mansaldrar.

 

Meiningarnar eru ymiskar, og politiska landslagið sær út hareftir, men so við og við hevur eydnast at taka við vaksandi ræði á egnum viðurskiftum. Sjálvt landsstýrir við umboðum úr

 

Sambandsflokkinum hava tikið lut í yvirtøkum.

 

Síggja vit burturfrá einari sambandssamgongu herfyri, sum vildi hækka blokkin, men fekk hann tiðnaðan í nøkur ár, hevur politiska skipanin virt ta ábyrgd, vit sum samfelag hava tikið á okkum.

 

Tveir týðandi grundarsteinar eru virðing fyri heimtiknum málsøkjum og tí fastfrysta blokkinum.

 

Men soleiðis sum eg skilti kjakið í sjónvarpinum í gjárkvøldið, hava verandi fólkatingsumboð saman við donskum stjórnum elvt til eitt risa skammlop seinastu árini.

 

Fólkatingsumboðini eggja beinleiðis donsku stjórnini til at leggja trýst á politisku skipanina í Føroyum við pengum á donsku fíggjarlógina fyri at trýsta verkætlanir ígjøgnum, sum føroyskir myndugleikar eiga fulla ábyrgd av.

 

Samstundis trýstir danska stjórnin á samríkjamenninar, so teir skulu viðurkenna, at øll yvirtikin málsøki kunnu tulkast við donskum trygdarbrillum, so ræðisrætturin á økjunum verður skerdur.

 

Allan hendan margháttliga leikin vælsignaðu samríkjamenninir, Bárður Nielsen og Aksel Johannesen, í kjakinum í gjárkvøldið.

 

Hetta er ræðandi, tá hugsað verður um, at teir báðir hava mannað løgmansembætið í tilsamans sjey ár, og báðir eisini hava umsitið landskassan sum landsstýrismenn við fíggjarmálum.

 

Í báðum størvum hava teir havt ábyrgd av, at politiska skipanin í Føroyum virkar undir greiðum kørmum, sum eru ásettir í stýrisskipanarlógini. Men virða vit ikki hesa skipan, fara bæði rættartrygd og fólkaræði fyri bakka.

 

Verandi gongd á fólkatingi korrumperar ábyrgdarbýtið millum Føroyar og Danmark, har ásett m.a. er við lóg, at blokkurin er 642 mió. kr. – hvørki meira ella minni.

 

Skulu vit sleppa undan, at føroyskur politikkur endar sum eitt opportunt sjálvtøkuborð hjá fólkatingsumboðum, má ruddast upp í ábyrgdarbýtinum millum Føroyar og Danmark.

 

Mál okkara í Føroyum eigur at vera at skipa javnbjóðis samstarv millum løgting og landsstýri øðrummegin og fólkating og stjórn hinumegin, har føroyingar taka avgerðir um føroysk viðurskifti, og danir taka avgerðir um donsk viðurskifti.

 

 

 

Magni Arge, Tjóðveldi