Inntil fyrri hálvleikur var um at vera liðugur, var tað einki, sum bendi á, at Víkingur í góðveðrinum á Svangaskarði í dag fór at skrædla B68.
Dygst undan steðginum skoraði í dag eyðsýndi miðvallarin Arnbjørn Svensson, og so var Víkingur á odda 1-0.
Toftamenn fyrireikaðu seg í steðginum at svara aftur. Men tá ið víkingarnir tríggjar minuttir eftir hvíldina øktu um leiðsluna til 2-0, kendust gestirnir at vera flúgvandi, meðan heimamenninir høvdu ilt við at fylgja við. Eftiransingarnar vóru ikki góðar, og víkingarnir vóru ofta yvirmannaðir og í góðum støðum at skora mál.
Andreas Lava Olsen økti til 2-0 og skoraði fimta málið í eina viku, og nú er hann ovast á máltindinum saman við Mikkel Dahl hjá HB og Páll A. Klettskarð hjá KÍ.
Ein annar av veteranunum hjá Víkingi, Sølvi Vatnhamar, var í flokki, sum sigur, at hann framvegis eigur at vera sjálvskrivaður á landsliðnum. Hann økti til 3-0, tá ið seinni hálvleikur var átta minuttir gamal, og hann steðfesti 6-0 sigurin, tá ið hann í yvirtíðini umsetti brotsspark til mál.
19 ára gamli Ingi Jonhardsson, sum í dag var millum teir fyrstu ellivu, skoraði til 4-0. Hetta var fyrsta málið hjá honum í bestu landskappingini. Hann rann inn frá høgru, og setti púra kaldur bóltin framvið B68 málverjanum, eftir at Noah Mneney, sum var vongverji í høgru, snilt hevði spælt hann leysan framímillum verjuspælararnar.
Higartil í ár hevur Olaf Bárðarson verið fastur maður millum teir fyrstu ellivu. Í dag var hann á beinkinum, og tá ið hann varð skiftur inn, takkaði hann fyri og skoraði til 5-0. Hetta var fyrsta málið hjá honum í bestu landskappingini í ár. Í fjør skoraði hann eitt mál í bestu landskappingini. Tað var 30. september í 4-1 heimasigrinum ímóti AB.
Víkingur er á fjórða plássi við 15 stigum, og B68 er á níggjunda plássi við fimm stigum.
Sunnudagin skal B68 í Gundadal at spæla ímóti HB, og Víkingur fær sunnudagin vitjan av ÍF.