Skrivstovufólk til Norlink Cargo

Vit leita eftir einum dugnaligum starvsfólki til flutningsfyritøku okkara.

 

Um starvið:

 

Arbeiðið umfatar alt vanligt skrivstovuarbeiði so sum avgreiðing av ordrum, kundarøkt, telefon og tollavgreiðsla v.m. Tað er ein fyrimunur, ikki ein treyt, at tú hevur royndir á økinum og royndir innan søluarbeiði.

 

Førleikakrøv:

 

Vit vænta

 

At tú hevur skrivstovuútbúgving ella aðra líknandi útbúgving.

 

At tú ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur og hevur áhuga og áræði til  at arbeiða á skrivstovu.

 

At tú ert væl skipað/ur og hevur evni at halda fleiri bóltar í luftini í senn og tolir at arbeiða undir      trýsti.

 

At tú hevur góðar málsligar førleikar í skrift og talu- bæði á føroyskum, donskum og enskum máli.

 

At tú hevur góðan telduførleika.

 

Setanarviðurskifti:

 

Vit hugsa okkum eitt fulltíðarstarv, tó er møgulleiki við niðursettari tíð. Arbeiðsstaðurin er í Tórshavn.

 

Hevur hetta tín áhuga?

 

Send okkum eina umsókn við prógvum, CV og møguligum viðmælum til johann@norlink.fo

 

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 28. juli 2024.

 

Ynskir tú nærri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin, at seta teg í samband við Jóhann Simonsen á tlf. 588288

 

Um Norlink Cargo Express

 

Norlink Cargo Express er ein vøruflutningsfyritøka, ið veitir flutningsloysnir fyri fyritøkur, stovnar og privatar kundar, bæði loft- og sjóvegis, hurð til hurð samt tollavgreiðsla o.l.  Vit hava egna deild í Keypmannahavn, terminal í Århus og eru partur av stórum globalum netverki, sum ger tað gjørligt, at heinta og senda vørur um allan heim.