SMS: Kyndil vann stórsigur á Neistanum

Føroyameistararnir løgdu fyri við einum tíggjumálssigri

Savnsmynd

Fyrsti dysturin í SMS-deildini hetta kappingarárið var leiktur í høllini á Hálsi Havn seinnapartin í dag.

 

Neistin tók móti føroyameistarunum, Kyndli.

 

Kyndil vann stórsigur 27-17. Í steðginum vóru kyndilskvinnur á odda 15-7. 

 

Lív Rouch var toppskjútti hjá Neistanum við fýra málum. Nadja Pejovic og Joan Johannesen vóru toppskjúttar hjá Kyndli við sjey málum hvør.

 

HER er dómaraseðilin frá HSF:

 

##med2##

 

 

 

Savnsmynd