Sølan av nýggjum bilum skramlar niður

Í august vórðu seldir 72 prosent færri bilar enn sama mánað í fjør

Tað er stór afturgongd í søluni av nýggjum bilum. Tað vísa hagtølini hjá Akstovuni, sum hevur gjørt upp skrásetingina av nýggjum akførum átta teir fyrstu mánaðirnar í ár.

Samlað sæð er afturgongdin góð 27 prosent í bilasøluni ársins átta mánaðir í mun til sama tíðarskeið í fjør.

Taka vit so bara søluna av persónbilum fyri seg, so er afturgongdin í ár 31 prosent. Men taka vit so persónbilasøluna bara í augustmánaði fyri seg, so er afturgongdin heili 72 prosent. Í august í ár eru seldir 54 nýggir persónbilar í mun til 190 í august í fjør.

Tilsamans eru seld 1132 nýggj akfør í Føroyum í ár í mun til 1558 sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein afturgongd upp á  27,34 prosent.