Í gjár løgdu 246 hval beinini í Leynum, og sýslumaðurin hevur gjørt av at býta part av grindini í heimapartar í Norðstreymoy.
- Fyrireikingarnar til sundalagsstevnuna, sum verður í Hvalvík, eru í hæddini. Avgerð er tí tikin um, at heimapartarnir verða skornir upp á kaiøkinum í Hósvík.
Soleiðis siga tey í Sunda kommunu í dag.
Borgarar í Hósvík, Hvalvík, Streymnesi, Saksun, Langasandi, Haldórsvík og Tjørnuvík eru vælkomnir at skriva seg upp til heimapartar.
- Hetta kann gerast við at senda teldupost til susanna@sunda.fo ella við at ringja á tlf. 297220, og freistin at skriva seg upp er klokkan 14.30 í dag.
Tey, sum skriva seg upp, skulu upplýsa navn, bygd, fólk í húski og telefonnummar.
- Heimapartarnir kunnu heintast á kaiøkinum í Hósvík seinni í dag, og nærri kunning um, nær partarnir kunnu heintast, kemur seinni, verður lagt aftrat.