Ísrael brýtur altjóðarættin við síni "beinleiðis oyðilegging" av friðarvarðveitingarognum hjá ST í Suðurlibanon, Unifil.
Soleiðis ljóðaði tað í gjár frá Unifil.
Deildin er mannað við umleið 10.000 hermonnum, sum eru staddir fram við markinum millum Ísrael og Libanon.
Markið eitur "bláa linja". Tað er ein tilvísing til Sameindu Tjóðir, hvørs flagg er blátt og hvítt. Friðarvarðveitandi deildir hjá ST brúka eisini vanliga bláar hjálmar.
Síðani Ísrael seinast í september herjaði á Libanon fyri at berjast móti shiamuslimsku rørsluni Hizbollah, hevur Unifil ákært verjuherdeildirnar í Ísrael fyri at hava lopið á støðir teirra.
Sambært Unifil hava ísraelskir hermenn skotið eftir ST-hermonnum og oyðilagt eygleiðaratorn.
Ritzau/Reuters