Vitjanin á forsetaborgini kom í lag í sambandi við, at Sirið Stenberg vitjaði í Kyiv saman við Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharra.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur á ferðini havt høvi at greiða Zelenskyy, forseta, og Rusten Umerov, verjumálaráðharra, frá, at landsstýrið fer at fáa til vega játtan at lata Ukraina føroyskt framleiddar skjóttgangandi bátar og somuleiðis, at landsstýrið er sinnað at finna onnur samstarvsøki, har Føroyar kunnu hjálpa Ukraina við at verja seg móti støðugum álopum.
Zelenskyy takkaði fyri samhaldsfesti og viljan hjá Føroyum at stuðla Ukraina – bæði ítøkiligu ætlanina um skjóttgangandi bátar og humanitera hjálp.
– Stríðið hjá Ukraina fyri rættinum at vera til er avgerandi fyri trygdina og støðufestið í Evropa. Tí fara vit í Føroyum enn meira miðvíst at raðfesta stuðul til Ukraina. Eftir at hava hitt umboð fyri stjórnina, vitjað vinnufyritøkur og heilsað upp ukrainskar hermenn, eri eg sannførd um, at føroysk fígging og førleikar hjá føroyskum fyritøkum kunnu gera veruligan mun, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum.
Undir vitjanini í Kyiv hitti landsstýriskvinnan eisini Hermann Smetanin, ráðharra fyri strategiskan ídnað, og Oleksandr Kamyshin, forsetaráðgeva. Eisini varð steðgað á Frælsistorginum, har Sirið Stenberg vegna landsstýrið legði eitt silkiband í føroysku flagglitunum til minnis um tey falnu í krígnum.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##