Klaksvíkar kommuna skrivar, at starvsfólk hjá kommununi hava grivið tveir metrar undir svørðin, og skulu brekka smáar 2 metrar longur niður, fyri at fáa leiðingina at passa við reinsiverkið.
Tá ið útstykkjað varð um Gerðareiðið tíðliga í 60-unum, varð so nógv bygging har, at neyðugt varð við einum reinsiverki Niðri í Gili.
Reinsiverkið hevur seinnu árini ikki virkað eftir vild, tí at ov nógv yvirflatuvatn er leitt í tað, heldur enn kloakkvatn. Seinnu árini hevur mangan verið uppá tal at dagføra reinsiverkið.
Arbeiðið, er ein liður í at dagføra kloakkviðurskiftini í Gerðum, á Geilini og á Kráargøtu. Nú hesar leiðingar eru umvældar, verður nú nýtt reinsiverkið á Borðoyarvík grivið niður.
Karl Johansen, borgarstjóri, er sera fegin um at arbeiðið við spillvatnsætlanini er komið so væl áleiðis.
- Hetta rørið á Borðoyarvík er nakað sum borgarar hava ilskast á í nógv ár, og tað er væl skiljandi. Tí er tað sera gleðiligt fyri umhvørvið á Borðoyarvík, at kloakkleiðingin verður løgd út á sjógv, soleiðis at hetta ikki longur er til ampa fyri frítíðarøkið millum Borðoyarvík og viðarlundini úti í Grøv.
Nýggja leiðingar eru grivnar fram við teirri gomlu, frá sjóvarmálanum, sum so skal leggjast niðanum verandi veg og bindast í tað nýggja reinsiverkið. Seinni skal leiðingin frá reinsiverkinum leiðast góðar 100 metrar út á sjógv. Nýggja reinsiverkið fer at avlæsta tað gamla, sum framhaldandi verður brúkt.
Arbeiðið verður gjørt í tráð við eina miðvísa dagføring av spillvatnleiðingunum í kommununi. Spillvatnsætlanin er góðkend av Umhvørvisstovuni.
##med2##