Sum smádreingir spældu vit kring minnisvarðan og blivu mintir á Hammershaimb

Minnisvarðin yvir V. U. Hammershaimb á Steig í Sandavági bleiv reistur 25. mars 1919.

Hendan dagin hevði Hammershaimb verið 100 ár. Minnisvarðin hevur verið nógv vitjaður øll árini og stendur sum eitt minni um mannin, sum gjørdi føroyska skriftmálið

 

Tað var ungmannafelagið Vón í Sandavági, sum tók stig til at reisa minnisvarðan yvir V.U. Hammershaimb. Hetta var í 1916, og tá vóru tvey ár til Hammershaimb hevði verið 100 ár.

 

Hans Andrias Djurhuus var lærari í Sandavági og formaður í ungmannafelagnum. Hann fór til Tvøroyrar stutt eftir, og fyri hann kom Hans Marius Jacobsen at vera lærari og gjørdist formaður í ungmannafelagnum. Hans Marius Jacobsen var formaður, tá arbeiðið at reisa minnisvarðan byrjaði.

 

Áheitan bleiv sent til Føroya fólk um at lata pening til minnisvarðan. Føroyingar vóru hugaðir at stuðla, og nógvur peningur kom úr øllum landinum.

 

H.C.W Tórgarð hevur sniðgivið minnisvarðan. Hann gjørdi tekningina eftir einum gomlum varða, sum hann hevði funnið í Nólsoy.  

 

Biðið varð um tilboð, og Petur Arge í Havn, tók tilboðið, sum ljóðaði á 7.000 krónur. So mikið av peningi var komin inn, at tað var ráðiligt at fara undir at gera minnisvarðan.

 

Grótið bleiv skotið úr einum kletti sum kallast Fobbaklettur. Ungdómurin átók sær at fáa grótið á staðið, har minnisvarðin stendur. Óla Jákup Hansen í Horni úr Havn og Martin Jacobsen av Argjum lagaðu grótið, og danin Charles Arvesen hevur gjørt bronsumyndina av V. U. Hammershaimb.

 

##med2##

 

Minnisvarðin bleiv avdúkaður á mariumessu, 25. mars 1919. Skipað varð fyri stórum hátíðarhaldi, nógv fólk møttu, sum komu úr øllum Føroyum. Røður blivu hildnar, og sangir sungnir. Jákup Dahl próstur hevði avdúkingarrøðuna. Jákup Dahl varð eisini biðin at koma við einum uppskotið til tekst at seta á varðan. Hetta skuldi lýsa arbeiði hjá Hammershaimb fyri føroyskar málinum.

 

Jákup Dahl valdi eitt ørindi úr kvæðinum Regin Smiður.

 

Ørindi ljóðar:

 

Ormur er skriðin av gullinum,

 

frá man frættast víða,

 

Sjúrður setist á Grana bak,

 

Hann býr seg til at ríða.

 

Á norðursíðuni stendur: Føroyingar settu hendan varða í 1919.

 

Hetta tí at tað vóru føroyingar sum í felag savnaðu peningin til minnisvarðan.

 

Minnisvarðin er stórfingin og endurspeglar ta virðing, sum Hammershaimb hevði millum føroyingar í 1919, og framvegis hevur í dag.

 

– Minnisvarðin hevur gjørt, at vit eru blivin tilvitað um Hammershaimb. Sum smádreingir hava vit spælt og hugt eftir steininum og hava fingið at vita um mannin, sum gjørdi okkum skriftmálið, sigur Heini F. Petersen.

 

Økið rundan um minnisvarðan hevur ikki altíð verið væl røkt, men seinastu árini hevur Vága kommuna hildið økið vakurt.

 

Í stórverkinum Færøsk Anthologi I og II er endaliga mállæran hjá V.U. Hammershaimb útgivin. Bókaverkið er skrivað í 1885-1891.

 

– Tá eg gekk á læraraskúla, brúkti vit framvegis Færøsk Anthologi hjá V. U. Hammershaimb, sigur Heini F. Petersen.

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##