Hanna Sofía Samuelsen hevur starvast á Vaðhorn síðani 2018.
Tá fór til arbeiðis á Vaðhorn fyrstu ferð, hevði hon ikki roynt at arbeiða á fiskavirki áður, og tí var hetta nakað hon skuldi venja seg við. Men tað gekk ikki long tíð, til at Hanna Sofía Samuelsen treivst í arbeiðinum.
– Eg hevði ongantíð sæð, hvussu tey arbeiddu við fiski fyrr, men aftaná tvær vikur dámdi mær tað ordiliga væl.
##med2##
Hon byrjaði á Vaðhorn á Eiði. Í januar 2019 stongdi virkið á Eiði, og starvsfólkini blivu flutt til Strendur at arbeiða. Tey vóru 25 fólk, sum fingu bjóðað starv á Strondum, næstan øll tóku av, eisini Hanna Sofía Samuelsen. Aftur hesaferð skuldi hon venja seg við nýggjar umstøður, tí arbeiðið á Eiði var nakað øðrvísi enn tað er á Strondum. Tey vóru færri fólk, og tað kendist sum vóru tey ein lítil familja, men starvsfólkini av Eiði blivu væl móttikin á Strondum, og tí kendist tað beinanvegin gott at koma inná virkið á Hulki.
Les samrøðu við Hannu Sofíu Samuelsen í Sosialinum
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##