Trump skal tosa í telefon við Putin og Zelensky mánadagin

Amerikanski forsetin vónar at fáa vápnahvíld í Ukraina eftir telefonsamrøður við Putin og Zelensky mánadagin.

Mynd: Brian Snyder/Reuters/Ritzau Scanpix

Amerikanski forsetin, Donald Trump, fer mánadagin at tosa í telefon við russiska forsetan, Vladimir Putin.

Hetta skrivaði Trump í einum uppslagi á síni sosialu miðlasíðu Truth Social leygardagin.

Evnið í telefonsamrøðuni verður sambært uppslagnum at steðga "blóðbaðinum", skrivar hann og vísir til kríggið í Ukraina.

- Fleiri enn 5.000 russiskir og ukrainskir hermenn verða dripnir hvørja viku, skrivar amerikanski forsetin.

Eftir samrøðuna við Putin fer Trump síðani at ringja til ukrainska forsetan, Volodymyr Zelensky, og "fleiri NATO-limir".

- Vónandi verður tað ein produktivur dagur, ein vápnahvíld verður, og hetta sera harðliga kríggið, eitt kríggj, sum ongantíð átti at verið, endar, skrivar Trump.

 

/Ritzau/

 

 

Mynd: Brian Snyder/Reuters/Ritzau Scanpix