Í yvirtíðini mistu Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Wisla Plock i kvøld ein góðan sigur á útivølli.
Wisla Plock, ið er triðfremst í næstbestu pólsku fótbóltsdeildini leikti í kvøld javnt 2-2 í útidysti móti Leczna. Leczna javnaði til 2-2 fýra minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat. Lukasz Sekulski legði Wisla Plock miðskeiðis í fyrra hálvleiki. 10 minuttir seinni javnaði heimaliðið til 1-1. Seinni hálvleikur var bert fimm minuttir gamal, tá Dominik Kun fekk Wisla Plock á sigurskós aftur. Men í yvirtíðini glapp sigurin.
Andrias spældi allan dystin, og hann fekk eitt gult kort á vegnum.
Wisla Plock er triðfremst í deildini við 61 stigum, nú teir bert hava ein dyst eftir at leika. Termalica hevur 65 stig á øðrum plássinum, og kunnu Andrias og liðfelagarnir sostatt ikki røkka øðrum plássinum, og harvið beinleiðis uppflyting til bestu deildina.
Wisla Plock skal tí spæla dystir um uppflyting til bestu deildina. Áðrenn tað skal Wisla Plock spæla dyst á heimavølli móti Legnica. Dysturin verður leiktur sunnudagin 25. mai.