Burn Deildin: Høgni Heinason er ársins leikari

Her eru ársins leikarar

HSF skrivar:

 

Ársins leikari í Burn deildini 2024/25 er Høgni Heinason úr H71.

 

Teir tríggir, ið fingu flest atkvøður, vóru, Tobias Thisen, Kyndil, William Skovsager, Kyndil og Høgni Heinason, H71.

 

Ársins stjørnuskot í Burn deildini 2024/25 er somuleiðis Høgni Heinason úr H71.

 

Teir tríggir, ið fingu flest atkvøður, vóru Jákup Egholm, H71, Heini Heinason, H71 og Trúgvi Hávardsson, StÍF.

 

Ársins áleypari í Burn deildini 2024/25 er Tobias Thisen úr Kyndli.

 

Teir tríggir, ið fingu flest atkvøður, vóru William Skovsager, Kyndil, Tobias Thisen, Kyndil og Trúgvi Hávardsson, StÍF.

 

Ársins verjuleikari í Burn deildini 2024/25 er Tony Weyhe úr KÍF.

 

Teir tríggir, ið fingu flest atkvøður vóru Ovi Lützen, Kyndil, Rókur Akralíð, Kyndil og Tony Weyhe, KÍF.

 

Ársins málverji í Burn deildini 2024/25 er Milenko Jelic Jelkan úr KÍF.

 

Teir tríggir, ið fingu flest atkvøður, vóru Tórður Guttesen, Kyndil, Milenko Jelic Jelkan, KÍF og Mladen Mjerimacka, VÍF.

 

Ársins venjari í Burn deildini 2024/25 er Hjalti Mohr Jacobsen úr Kyndli.

 

Teir tríggir, ið fingu flest atkvøður, vóru Djóni Gaard Joensen, H71, Jesper Bak, StÍF og Hjalti Mohr Jacobsen, Kyndil.

 

Ársins toppskjútti í Burn deildini er Tobias Thisen úr Kyndli við 182 málum.

 

Ársins dómarar eru Thomas Juul Thomsen og Jógvan Skeel Nolsøe.