Í gjárkvøldið fekk Steinar Sævarsson Strøm ein stóran kalva. Hann og pápin, Sævar Halldórsson, fingu kalvan ein fjórðing úr Porkerisnesi.
-Hetta var stórur kalvi, ið vigaði 200 pund, sigur Steinar.
Í dag arbeiddi Steinar í neystinum í Vági við at hagreiða fongin, og ikki sørt, at nogv fólk forvitnaðist, og vildu kanska eisini vita, um til bar at fáa eitt kók.
Steinar hevur áður fingið stórar kalvar.
-Einaferð fekk eg ein, ið var størri enn hesin. Tann kalvin vigaði um 250 pund, sigur Steinar.
-Men kalvin hesaferð var eisini stórur, og hann var feitur eisini, sigur Steinar Sævarsson Strøm.
(Mynd: Tina Grønbech)