Tann 27 ára gamli amerikanski-libanesi Hadi Matar, sum varð funnin sekur í drápsroyndini á rithøvundan Salman Rushdie, varð í dag dømdur 25 ára fongsulsrevsing av einum dómstóli í USA.
Hetta veit Sky News at siga.
Ein dómstólur í amerikanska statinum New York dømdi í februar, at talan var um drápsroynd, tá Hadi Matar leyp á høvundan við einum knívi.
Álopið hendi undir einum fyrilestri í New York í august 2022.
Rushdie misti sjónina í høgra eyga. Hann fekk eisini skaða í eina hond.
Matar er dømdur hægstu revsing fyri drápsroynd á Rushdie og sjey ár afturat í fongsul fyri at hava sært ein mann, sum var á pallinum undir fyrilestrinum saman við høvundanum.
Revsingarnar skulu sitast samstundis, skrivar AP.
Undir rættarmálinum greiddi Rushdie frá, at hann óttaðist, at hann fór at doyggja, tá hann varð álopin.
Hann varð stungin umleið tíggju ferðir við einum 15 sentimetra longum knívi og fekk skaða á livur og tarmar.
- Eg varð stungin í eygað. Tað var ótrúliga pínufult, og aftaná skríggjaði eg orsakað av pínuni, greiddi Rushdie millum annað frá undir rættarmálinum.
Høvundurin var 17 dagar á einum sjúkrahúsi í Pennsylvania og meira enn tríggjar vikur á eini endurvenjingarmiðstøð í New York eftir álopið.
Rushdie er best kendur fyri bókina "Satanisku ørindini", sum kom út í 1988.
##med2##
Síðani útgávuna hevur verið umfatandi trygd kring 77 ára gamla bretsk-indiska høvundan.
Árið eftir útgávuna gav táverandi átrúnaðarligi leiðarin í Iran, Ayatollah Khomeini, út eina fatwa móti Salman Rushdie fyri gudsspottan og dálkandi profetin.
Ein fatwa er ein úrskurður í islamskari lóg. Í ávísu fatwanum varð heitt á muslimar um at drepa høvundan.
Matar hevur áður sagt við fleiri miðlar, at hann hevði lisið tvær síður av bókini, og at hann trúði, at Rushdie hevði lopið á islam.
/Ritzau/