Tað førdi til langar køir, tá ein bilum við ferðafólki koyrdi í eina veit á smala Tjørnuvíksvegnum í gjár. Løgreglan fekk fráboðanina klokkan 15:30.
Bilurin stóð soleiðis fyri, at tað slapst hvørki aftur ella fram, og tí vóru beinanvegin langar køir báðu megin við.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at tað var sera trupult at koma fram við einum kranabili, sum kundi hjálpa bilinum uppaftur – og tað eydnaðist ikki at fáa bilin upp fyrr enn klokkan 17.
Hann sigur, at tilbúgvingin varð gjørd varug við, at tað ikki var koyrandi til Tjørnuvíkar, bæði sjúkrabilatæsta og tyrlutænasta, um eitthvørt skuldi hent í bygdini, meðan tað ikki var koyrandi.