Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Fríðbjørg Sunadóttir Fríðheim í starv sum skúlastjóra í Skúlanum á Trøðni.
Fríðbjørg tekur við skúlastjórastarvinum eftir Jan Christiansen, sum eftir drúgva tænastu fer frá við eftirløn í heyst.
Fríðbjørg er 53 ára gomul og var útbúgvin lærari á Blaagaard Seminarium í 1997. Í 2012 tók hon serlæraraútbúgving á Fróðskaparsetri Føroya.
Í 2019 tók Fríðbjørg diplom í námsfrøðiligari leiðslu, og harafturat hevur hon førleikament seg við skeiðum og øðrum innan sernámsfrøði og leiðslu.
Hon hevur drúgvar undirvísingarligar royndir sum lærari í Danmark og Føroyum. Harumframt hevur hon verið serlærari, varaskúlastjóri og skúlastjóri.
Í løtuni starvast Fríðbjørg sum varaskúlastjóri í Kollafjarðar Skúla. Hon tekur við starvinum sum skúlastjóri í Skúlanum á Trøðni hin 1. august 2025.
11 umsóknir vóru til starvið.
Skúlin á Trøðni er einasti serskúli í Føroyum. Umleið 60 næmingar í aldrinum 7 til 18 ár ganga í skúlanum. Skúlin hevur umleið 45 starvsfólk, bæði lærarar og námsfrøðingar.
Nýggi stjórin fer saman við starvsfólkunum at standa á odda fyri at skapa tryggar og mennandi karmar um næmingarnar í Skúlanum á Trøðni.