Stórur spenningur er um fund í Istanbul í morgin

- Eg veit ikki, um Putin kemur, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump, sambært Reuters

Stórur spenningur er um, hvørt ein fundur møguliga kemur í lag millum russiska forsetan, Vladimir Putin og ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, í Instanbul í morgin.

 

Ætlandi skulu samráðingar um eina friðaravtalu verða her í morgin, og ukrainski forsetin hevur sagt, at hann gjarna vil hitta russiska forsetan.

 

Men, sambært útlendskum miðlum er tað seinnapartin í dag púrasta óvist, um Vladimir Putin yvirhøvur møtir upp.

 

- Eg veit ikki, um Putin kemur, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump, sambært Reuters.

 

Amerikanski forsetin leggur aftat, at hann alla tíðina ger sínar metingar um nýggj revsitiltøk móti Russlandi. 

 

Tað var leygardagin, at Ukraina og nøkur evropeisk sameind lond samdust um at krevja av Russlandi eina treytaleysa vápnahvíld á 30 dagar - frá 12. mai at rokna.

 

Hetta er eitt uppskot, sum eisini amerikanski forsetin stuðlar. Men, enn er eingin avtala komin upp á pláss um nakra vápnahvíld.

 

Tað var eftir hesa felags útsøgn, at Vladimir Putin skeyt upp at hava beinleiðis samrøður millum Russland og Ukraina í Istanbul í Turkalandi í morgin.

 

Russiski forsetin valdi tá ikki at gera beinleiðis viðmerkingar til spurningin um vápnahvíld, sum samstarvslondini hjá Ukraina tá skutu upp.

 

Ukrainski forsetin, Vladimir Putin, tók beinanvegin russiska forsetan upp á orðið og segði ja til at hitta hann í Instanbul.

 

Talsmaðurin hjá Kreml, Dmitrij Peskov, sigur við almennu russisku tíðindastovuna Tass, at ein russisk sendinevnd fer at møta upp í Instanbul, og her væntar sendinevndin at hitta umboð fyri Ukraina.

 

Spurdur, hvør verður við í russisku sendinevndini, sigur talsmaðurin, at tað verður almannakunngjørt, tá Vladimir Putin hevur tikið avgerð um tað.

 

- Tað hava vit einki fingið at vita um enn, leggur Dmitrij Peskov aftrat.

 

Sambært Reuters fer amerikanski forsetin at senda serligu sendimenninar hjá USA, Steve Witkoff og Keith Kellog, til Istanbul í morgin.