Vikuskiftið 15.–17. august 2025 verður Ljósfestin aftur hildin í Vági. Hetta er fimta árið í nýggjari tíð, at Ljósfestin verður fyriskipað, og áhugin er vaksandi ár fyri ár. Ljósfestin hevur røtur aftur til 1921, tá hon varð hildin fyrstu ferð.
Eitt av heitastu nøvnunum innan føroyskan tónleik er tónleikarin Janus Wiberg, sum er sera væl dámdur, bæði í Føroyum og uttanlands. Hann verður á pallinum leygarkvøldið 16. august 2025.
Janus Wiberg er millum annað kendur fyri hittið "Mítt vakra Føroya land" frá 2017, sum hann gjørdi saman við Jens Marna Hansen. Orðini til sangin eru skrivað av Norleif Wiberg Holm og Jens Marna Hansen. Hann hevur eisini verið við í danska Melodi Grand Prixnum við lagnum "I Need Your Love", har hann gjørdist nummar trý.
Eisini hevur hann útgivið hittið "Når Lyset Rammer Dig" í 2020, sum hann gjørdi saman við Marius Ziska og Søren Balsner úr danska tónleikabólkinum Carpark North. Janus hevur harumframt framført í griskum sjónvarpi og hevur verið nógv spældur í Grikkalandi.