Tingfólk á kunningarferð í Washington

Uttanlandsnevndin hjá Løgtinginum hevur verið í amerikanska samveldishøvuðsstaðnum á kunningarferð

Seinastu dagarnar hevur Løgtingsins Uttanlandsnevnd verið á kunningarferð í Washington. 

 

Endamálið við ferðini var at kunna seg um áleikandi altjóða viðurskifti, við serligum atliti til trygd og verju í Arktis og Norðuratlantshavi. 

 

Uttanlandsnevndin nýtti eisini høvið at vitja nýggju føroysku sendistovuna, har fleiri av fundunum vórðu hildnir. Almenna móttøkan fyri sendistovuni verður í heyst. 

 

Nevndin var harumframt á kunningarfundi í State Department, Pentagon og Office of Naval Intelligence. Eins og nevndin var á fundi við umboð frá Senatinum og Umboðsmannatinginum. 

 

Washington er miðdepil fyri granskingarstovnar, sum hava stóra ávirkan á politiska landslagið í USA. Nevndin hitti umboð fyri fleiri av hesum. 

Eisini hitti nevndin sendifólk frá eitt nú úr Íslandi, Grønlandi og Ukraina, sum greiddu frá teirra arbeiði í hesum óvissu og serligu tíðum. 

 

Føroyar og USA hava felags strategisk og búskaparlig áhugamál í Norðuratlantshavi og Arktis. Spenta støðan og vaksandi áhugin fyri hesum økjum ger tað tískil til eitt sera viðkomandi og upplagt høvi at vitja Washington: miðdepilin fyri bæði verju-, trygdar- og uttanríkispolitikk í USA. 

 

– Vitjanin hjá Uttanlandsnevndini í Washington, hevur soleiðis verið við til at leggja lunnar undir góð sambond við amerikanskar parlamentarikarar og umboð fyri stjórn og vinnulív, og at samstarvið millum Føroyar og USA verður styrkt enn meira, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Løgtinginum.