Tað var klokkan 14:30 í gjár, at løgreglan fekk fráboðan um eitt arbeiðsóhapp á Trolvirkinum Vónini við Norðskála.
Ein maður fekk ein nylonenda í andlitið.
Løgreglan veit ikki, hvussu støðan er hjá manninum. Hann varð fluttur á Landssjúkrahúsið.
Løgreglan og Arbeiðseftirlitið vórðu boðsend og skulu nú greina hendingina.