Hósdagin hin 8. mai fekk Kristian Martin Elmelund Kjærbæk handað lærubræv, nú hann er útlærdur húsavørður.
Í hesum sambandi var ein lítil hátíðarløta saman við starvsfeløgum á kommunuskrivstovuni.
- Útbúgvingin sum húsavørður er ein sera fjølbroytt útbúgving, har tú fært grundleggjandi vitan um umsiting av hita- og ventilatiónsskipanum, el- og vatnveitingum.
Soleiðis siga tey í Kvívíkar kommunu, har Kristian Martin hevur verið í læru.
Lagt verður aftrat, at í lærutíðini sum húsavørður lærir tú um viðlíkahald av bygningum, at gera smærri umvælingar og at samstarva við handverkarar í sambandi við størri uppgávur og ymiskt annað.
- Vit ynskja Kristian Martini hjartaliga tillukku við útbúgvingini og blíðan byr á yrkisleiðini, siga tey í Kvívíkar kommunu.