Nakað av sild at síggja í kanningum norðanfyri

Nakað av sild var at síggja, serliga í altjóða økinum norðanfyri, meðan lítið og onki var at síggja norðast í føroyska sjóøkinum og móti Íslandi.

Havstovan:

 

Meira enn helvtin av sildini var úr 2016-árganginum, og størsta sildin stóð vestast í kanningarøkinum.

 

Svartkjaftur var bara at fáa eystast í kanningarøkinum, har sjógvurin er heitari. Mesta av svartkjaftinum var 3 og 4 ára gamal, men eisini nakað av ársgomlum svartkjafti var uppií.

 

Hesi eru høvuðsúrslitini, nú Jákup Sverri kom aftur á Havnina mánadagin 12. mai, av sildakanningum norðanfyri.

 

Kanningin er skipað sum altjóða felagskanning undir ICES, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Íslandi, Bretlandi og Danmark.

 

Endaligu úrslitini frá felagskanningunum verða tøk, tá tølini frá øllum luttakandi skipunum verða viðgjørd um miðjan juni.

 

Les túrfrágreiðingina her.