Ógvusligt ferðsluóhapp í Hvalvík

Í morgun klokkan 6:44 fekk løgreglan boð um eitt ógvusligt ferðsluóhapp í Hvalvík

Tað var á landsvegnum við omankoyringina til havnarlagið, at bilførarin hevur rent á eitthvørt í vegjaðaranum, og síðani fór bilurin sendandi runt.

Sambært vakleiðaranum, so fór bilurin í spønir. Hann er farin sendandi langa leið og er farin runt og endaði á liðini.

Maðurin, sum var einsamallur í bilinum, sat fastkleimdur, so boð vóru eftir sløkkiliðnum á staðnum við klippiútgerð at fáa mannin leysan, sum síðani var førdur á sjúkrhúsið. 

Hvussu veit við hjá manninum veit vaktleiðarin ikki at siga sum so, men í øllum førum høvdu tey tosað við mannin, tá hann fór í sjúkrabilin.

Maðurin var ávirkaður av rúsdrekka.