Espen Barth Eide: Ivast í um Putin vil hitta Zelenskyj

- Í dag er mánadagur, og tað er rættiliga ógreitt, hvat kann henda hósdagin, sigur norski uttanríkisráðharrin

 

 

Norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide, sigur seg ivast í, um Vladimir Putin er sinnaður at hitta ukrainska forsetan persónliga hósdagin í hesi vikuni.

 

Tað var í gjár, at Volodymyr Zelenskyj segði, at hann fer at hitta russiska forsetan, Vladimir Putin, hósdagin.

 

- Vit fáa at síggja, um russiski forsetin veruliga kemur. Tað er eitt sindur óvist, heldur norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide.

 

Hetta sigur hann við norska kringvarpið - NRK - í morgun.

 

Uttanríkisráðharrin leggur aftrat, at í dag er mánadagur, og tað er rættiliga ógreitt, hvat kann henda hósdagin. 

 

Espen Barth Eide sigur, at Ukraina framvegis hevur fullan stuðul úr Noregi.

 

– Vit eru tætt knýtt at fyrireikingunum til tað, sum kann gerast samrøður, leggur norski uttanríkisráðharrin aftrat.