Eitt ísfiskalínuskip er í løtuni til fiskiskap norðanfyri. Teir eru nýliga byrjaðir túr og koma tískil neyvan inn at landa hesa vikuna.
Føroyar eiga í dag fleiri frystilínuskip - og bert eitt ella tvey størri ísfiskalínuskip, sum eru virkin.
Harumframt eru nakrir smærri línubátar ella útróðrarbátar, sum hava egningarmaskinu og eru úti nakrar dagar í senn.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at eitt frystilínuskip er ávegis yvir á Flemish Kap, og seks frystilínuskip fiska undir Føroyum.
Línuskipini fáa mest av toski, hýsu, longu og brosmu.
Um útlitini til útróður hesa vikuna, verður sagt, at streymurin verður hampiligur, og veðrið verður gott.
- Vit vænta nakað av fiski frá útróðrarbátunum, men bátarnir hava smáligan fiskiskap, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.