Martin Agnarsson spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Aarhus Fremad tóku móti Lyngby á Riisvangen leikvøllinum í Aarhus.
Lyngby hevur nógvar superliga-royndir, og tað var helst munurin í hesari uppgerðini í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Lyngby dugdi at taka av sínum møguleikum, og teir vunnu 2-0 á Aarhus Fremad.
Lyngby legði seg á odda aftaná eina skjóta umstilling, longu í 12. minutti. Lyngby staðfesti sigurin heilt móti dystarenda.
Aarhus Fremad er aftast í deildini við einum stigi aftaná tríggjar dystir. Tað eru tó bert trý stig upp til sætta plássið, har Horsens hevur fýra stig.
Týsdagin klokkan 17 spælir Aarhus Fremad dyst á útivølli í donsku steypakappingini móti Skibsby-Højene. Talan er um eitt sokallað "seriulið", so Aarhus Fremad eigur av røttum at vinna dystin, ið verður spældur í Hjørring.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Aarhus Fremad-Lyngby 0-2 (0-1):
##med2##