VIDEO: Áki og liðfelagarnir eru nú fjórðfremst

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Ranheim-Hødd 2-1 (0-0)

Áki D. Samuelsen var 70 minuttir á vøllinum, og hann var aftur eyðsýndur í álopsspælinum hjá Ranheim, bæði við góðum sendingum og hornaspørkum, tá hann og liðfelagarnir í Ranheim vunnu 2-1 á gamla liðnum hjá Rógva Jacobsen, Hødd á EXTRA leikvøllinum í Tróndheimi. 

 

Áki átti næstseinasta fótin, tá Mikael Johnsen legði Ranheim á odda í 56. minutti. Sjey minuttir seinni javnaði Hødd, men tað endaði eydnusamt hjá Ranheim, tá Per Skjelbred aftaná eitt væl spælt álop skoraði sigursmálið hjá Ranheim.

 

Ranheim er fjórðfremst í deildini við 26 stigum. Ranheim hevur í seinastu fýra dystunum tryggjað sær 10 av 12 møguligum stigum.

 

Komandi mikukvøld hevur Ranheim heimadyst móti Moss.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá norska TV2 frá dystinum Ranheim-Hødd 2-1 (0-0):

 

##med2##