Nú er Vladimir Putin meira kúrrur

- Alt í Russlandi avhongur av Putin. Einasti háttur at tryggja eina vápnahvíld og enda kríggið er at tosa beinleiðis við hann, sigur Volodymyr Zelenskyj

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at hann fer at hitta turkiska forsetan, Recep Tayyip Erdogan, í Ankara í Turkalandi hósdagin.

 

Sambært Reuters fer hann eisini til Istanbul hósdagin, um russiski forsetin, Vladimir Putin, møtir upp her at luttaka í samrøðum um vápnahvíld.

 

Tað var upprunaliga Vladimir Putin, sum tók stigið til samrøður í turkiska stórbýnum.

 

Men, síðan ukrainski forsetin segði ja til innbjóðingina, hevur lítið verið at hoyrt um, hvørt russiski forsetin ætlar sær at møta upp ella ei.

 

Volodymyr Zelenskyj hevur sagt, at hann bert vil tosa um eina møguliga vápnahvíld beinleiðis við russiska forsetan. 

 

- Alt í Russlandi avhongur av Putin. Einasti háttur at tryggja eina vápnahvíld og enda kríggið er at tosa beinleiðis við hann.

 

Tað sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sambært Reuters við tíðindafólk í dag.