Lions Club Eysturoy stuðlar á Eiði

- Upphæddin er á 25.000 krónur, og pengarnir fara til viðlíkahald og umvælingar av Látralonini

 

 


Martin Kristoffur Kristiansen hevur í dag lagt ein greinastubba út á heimasíðuna hjá Eiðis kommunu, har víst verður á, at Lions Club Eysturoy hevur veitt Eiðis Fornminnisfelag stuðul. 

 

Hin 12. mai, sum var í gjár, vitjaðu limir úr Lions Club Eysturoy á Látralonini. Fyrsta punkt á skránni var ein fundur millum limirnar, har teir viðgjørdu ymisk mál.

 

- Tá fundurin var lokin, varð boðið til smyrjibreyð og ein góðan kaffimunn. Eftir eina løtu við góðum práti, var tíðin komin til sjálvt hæddarpunktið á kvøldinum.

 

Tað var Magnus Magnussen, umboð fyri Eiðis Fornminnisfelag, sum tók ímóti kekki frá Lions Club Eysturoy.

 

Upphæddin er á 25.000 krónur, og pengarnir fara til viðlíkahald og umvælingar av Látralonini.

 

Á tiltakinum var Eiðis kommuna eisini umboðað og borgarstjórin, Jógvan í Skorini, takkaði fyri íkastið frá Lions Club Eysturoy til fornminnisfelagið.