Gleðast um at H bygningurin loksins verður liðugur

Seinastu tíðina hevur Landsverk arbeitt við, at gera nýggja tíðarætlan fyri, nær byggiverkætlinin H-bygningurin verður liðug

Sjúkrahúsverkið skrivar, at starvsfólk á Landssjúkrahúsinum hava bíðað spent, og í farnu viku gav Landsverk Heilsumálaráðnum og Sjúkrahúsverkinum boð um, at nú nærkast endin á verkætlanini.

 

Landsverk hevur gjørt eina ætlan fyri at H-bygningurin, uttan Psykiatrisku deildirnar, skal standa liðugur 9. juni. Tá fara dugnaligir handverkarar úr bygninginum, og tástani kunnu deildir byrja at flyta inn. Útfrá ætlanini og í samráð við leiðslu á deildunum, er ein tíðarætlan fyri flytingarnar tískil gjørd.

 

H-bygningurin er klárur beint fyri summarfrítíðina, og summarfrítíðin verður tískil brúkt til at royndarkoyra skipanir, umframt at flyta túsundtals vørur av Eirargarði og oman í nýggja bygningin. Frá 9. juni fara starvsfólk í Goymsluni at byrja at læra nýggju mannagongdirnar, skipanirnar og tólini at kenna. 

 

Eftir summarfrítíðina, tá nýggja goymslan og vørulyftin hava staðið sína roynd, flyta restin av deildunum inn. Talan er um medisinsku seingjadeildirnar, B7 og B8, ið fara at vera staðsettar á 1. hædd í H-bygninginum, sum flyta inn fyrst í oktober. Eisini skal Barnakonueindin (Føðideildin), ið verður staðsett á 2. hædd í H-bygninginum, flyta í seinni hálvu av oktober. Alt hetta er tó treytað av, at hølini og skipanirnar eru klárar at taka í nýtslu og standa royndarkoyringina.

 

Starvsfólk á Landssjúkrahúsinum gleðast um nýggja bygningin