Gigni, sum veitir heilsutænastur til børn og ung, kemur nú, sum vanligt er, tá summarið nærkast, við góðum sólráðum.
Seinastu dagarnar hevur veðrið verið so ómetaliga gott, og eisini her í Føroyum hava vit havt nógva sól.
- Nú summarið nærkast, er vanligt, at vit fara meira út - og út í náttúruna - at njóta ljósið og fjálgu strálurnar frá sólini.
Gigni vísir á, at summarið eisini er tíðin, tá nógvir føroyingar fara til heitari lond at ferðast.
- Tá uttanlandsferðin er liðug, halda summi tað vera freistandi at brúka solarium fyri at varðveita vakra brúna litin frá summarinum.
Men, tað er av týdningi at verja húðina, tá sólin skínur, siga tey í Gigni, sum hava hesi góðu sólráð:
* Brúka sólkrem við í minsta lagi faktor 30, tá tú ert í sólini
* Ver í skugganum og brúka sólhatt
* Best er at lata vera við at brúka solarium
Á heimasíðuni www.gigni.fo eru leinkjur til neyvari sólráð - eisini, tá ræður um børn og pinkubørn, sum mælt verður til at lesa.